Í dag hevði liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm seinastu aðalroyndina undan bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
AIK spældi í dag venjingardyst móti KFUM Oslo, ið spælir i bestu norsku fótbóltsdeildini.
Oslo vann dystin 2-0. Bæði málini vóru skotin undan steðginum.
Friggjadagin klokkan 17.30 spælir AIK fyrsta kappingardystin í 2025. Tá kemur Degerfors á vitjan í fyrsta dystinum i bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
Hini bæði liðini í bólki 3 eru Värnamo og Trelleborg.
AIK hevur síðani ársskiftið spælt seks venjingardystir. Teir hava vunnið tveir dystir, og teir hava tapt fýra dystir.