AIK Stockholm vann á Nordsjællandi

Um eina viku spælir AIK Stockholm fyrsta kappingardystin

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi fyrr í dag ein venjingardyst móti danska superligaliðnum, FC Nordsjælland.

 

AIK vann dystin 1-0. Alexander Fesshaie skoraði sigursmálið tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Komandi mánadag klokkan 13 spælir AIK venjingardyst móti KFUM Oslo.

 

Um eina viku spælir AIK fyrsta kappingardystin í 2025 í bólkaspælinum í svensku steypakappingini. Tá kemur Degerfors á vitjan hjá AIK.