Tíðindaskriv Eysturoyar Sjálvstýrisfelag:
Føroyar í hernaðarstrategiskum ljósi er vorðið meira viðkomandi við vaksandi spenniningum millum stórveldini.
Tí skipar landsnevndin hjá Sjálvstýri fyri evnisfundi um føroyska politikkin undir kalda krígnum. Evnisfundurin verður í sambandi við økisaðalfundin hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum byrjar klokkan 19:00.
Í framløgu sínari fer Sámal Tróndur at greiða frá søguni um hernaðargerina av Føroyum við sjóneykuni á kalda kríggið:
• Hvønn leiklut hava føroysku hernaðarinnsetingarnar (støðirnar) havt í trygdarætlanum hjá USA/NATO?
• Í hvønn mun vóru aðrir aktørar (danir og føroyingar) við í og/ella vitandi um nýtsluna av innsetingunum?
• Hugleiðing um hernaðarstrategiska týdningin hjá Føroyum í dag - og um neyðugt er við nýggjum innsetingum nú ella í framtíðini.
Almenni evnisfundurin í skúlanum í Lamba, á Lambavegi 11, í kvøld 24. mars kl. 19:45
Øll eru hjartaliga vælkomin.