Amerikanarar fara úr Nuuk

Skottryggir bilar eru lastaðir umborð á Hercules-flogfør, sum skuldu fyrireika seg til amerikansku vitjanina í Grønlandi.

Herstøðin Pituffik (fyrr Thule Base) í Norðurgrønlandi fær fríggjadagin vitjan av amerikanska varaforsetanum og konu hansara. Stórvitjan í Nuuk og Sisimiut er avlýst. (Arkivmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Eitt amerikanskt Hercules-flogfar er um at fara á flog av flogvøllinum í Nuuk í Grønlandi.

Tað upplýsir ein tíðindamaður frá grønlendska miðlinum Sermitsiaq, sum er á flogvøllinum.

Sermitsiaq skrivar, at fleiri skottryggir bilar eru lastaðir umborð á flogfarið saman við fleiri ferðafólkum.

Sambært miðlinum er talan um amerikanska liðið, sum skuldi fyrireika seg til vitjanina hjá konu amerikanska varaforsetan, Usha Vance, í vikuni.

Sambært video frá tíðindamanninum hjá TV 2 hava skottryggir amerikanskir bilar verið á veg móti flogvøllinum í Nuuk.

Tvey amerikansk Hercules-flogfør lendu í Grønlandi sunnukvøldið undan vitjanini hjá Usha Vance. Umborð á flogførunum vóru fýra skottryggir bilar og starvsfólk, sum skuldu hjálpa til undir vitjanini.

Ein røð av donskum løgreglumonnum og í minsta lagi tveir løgregluhundar lendu eisini sunnukvøldið í sambandi við komandi vitjanina.

Usha Vance skuldi vera partur av eini størri sendinevnd, sum millum annað skuldi vitja Nuuk og Sisimiut.

Til dømis skuldi hon eftir ætlan luttaka í hundarenning í felag við amerikanska trygdarráðgevan, Mike Waltz, og amerikanska orkumálaráðharranum, Chris Wright.

Men týsdagin varð vitjanin broytt. Nú er tað varaforsetin í USA, J.D. Vance, og kona hansara, sum vitja amerikansku hernaðarstøðina Pituffik Space Base, sum áður var nevnd Thule Base.

Tað er framvegis ógreitt, um Mike Waltz og Chris Wright eisini fara at luttaka á vitjanini á amerikansku hernaðarstøðini.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fegnast um, at vitjanin í Grønlandi nú bert fer til hernaðarstøðina í Norðurgrønlandi.

Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, heldur, at tað ikki hevur verið "ein pen framferð frá amerikanskari síðu".

 

/ritzau/ 

 

Herstøðin Pituffik (fyrr Thule Base) í Norðurgrønlandi fær fríggjadagin vitjan av amerikanska varaforsetanum og konu hansara. Stórvitjan í Nuuk og Sisimiut er avlýst. (Arkivmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix