Alt er klárt í Høllini við Tjarni til finalurnar

Høllin við Tjarnir verður rættiliga trykkroynd um vikuskiftið, tá hondbóltsfinalurnar eru

– Ja alt er klárt. Høllini verður av sonnu trykkroynd, nú fleiri túsund fólk koma til hondbóltsdystir, sigur Regin W. Dalsgaard, sum er stjóri í Høllini við Tjarnir.

 

Til finalurnar er pláss fyri 3.050 fólkum. Høllin er góðkend til 3.700 fólk, men tey hava valt ikki at hava so nógv fólk, so tað ikki verður ov trongd.

 

Til konsertina við Bryan Adams, sum verður 22. apríl verða eisini seld 3.050 atgongumerki. Tá er talan um sitandi fólk á vølllinum, sigur Regin Dalsgaard. Tað verður gjørt, hóast høllin er góðkent til 4.700 fólk til tiltøk, har fólk eisini kunnu vera á gólvinum, tá er ikki talan um sitandi fólk.

 

Til konsertinga hjá Symfoniorkestrinum næsta vikuskifti verða eisini seld 3.000 atgongumerki, og tá eru stólar á gólvinum.

 

Til steypafinalurnart hesaferð verða nógvar sølubúðir. Høllin hevur sínar, men til finalurnar hjá teimum yngru verða tað feløgini sjálvi, sum hava sølubúðirnar. Tað hava tey eisini til finalurnar hjá teimum vaksnu, men tá eru sølubúðirnar hjá høllini eisini opnar, og har verður fyri fyrstu ferð skont øl til hondbóltsfinalu – men bara til dystirnar hjá teimum vaksnu, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

Men hvat er tað, sum stjórin er mest spentur uppá?

 

##med2##

 

– Tað eru pausurnar, hvussu tað fer at ganga í hálvleikinum, tá skulu vit hava pláss fyri øllum og tryggja, at alt koyrir sum tað skal. Tað sum hevur størstan týdning fyri meg er, at øll skulu hava eina góða uppliving.

 

– Øll skulu hava eina góða uppliving. Og tað er líka mikið, um tú ert barn, vaksin, situr í koyristóli, ert gamal ella foreldur. Øll skulu hava eina góða uppliving, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

– Tað at selja øl er bara ein lítil partur, leggur hann dent á. Hann hugsar meira um, at alt gongur sum tað skal, at fólk sleppa á wc, og at parkeringin og trygdin generelt, sigur hann.

 

Við høllina eru 637 parkeringspláss umframt fleiri pláss til bussar.

 

– Stórt sæð snýr tað seg um bara um, at fólk fáa eina góða uppliving.

 

Tey, sum ætla sær í høllina, mugu koyra til høllina av Hvítanesi, sum enn er einasta farleið. Nýggi innkomuvegurin stongdur sunnan fyri sunnararu omankoyring til høllina.

 

Spurdur um pláss er at parkera, um tað eru fleiri enn 637 bilar, sigur Regin W. Dalsgaard, at fólk plaga at vera kreativ, men vónar, at fólk ikki seta bilar har, sum brandvegir eru, tí tilbúgvingin er øgiliga týdningarmikil.

 

##med3##

 

Koma tað alt ov nógvir bilar, so ber sjálvandi til at parkera fram við innkomuvegnum sunnan fyri øllini, tí tann vegurin er stongdur, so har er eingin ferðsla.

 

Ein avbjóðing verður sjálvandi, tá fólk skulu avstaðaftur.

 

– Nú er alt bara nógv størri enn tað, sum vit eru von við, so tað verður ein avbjóðingar við hýruvognum og bussum, sigur Regin W. Dalsgaard, sum tó sigur, at alt gekk væl seinasta leygardag, tá opið hús var í høllini.

 

Tað innkomuvegurin og tunnilin eru liðug, fer Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu at koyra, so tá kunnu fólk eisini brúka almennu ferðsluna.

 

Sum vanligt er, so skipa ítróttarfeløgini seg væl og koma mannsterk við bussum.

 

Alt er nú klárt í høllilni, serliga hondbóltsgólvið hjá HSF er lagt á, áskoðaraplássini hálað út, tey seta tey síðstu lýsingarskeltini upp kring vølli, Kringvarpið hevur sett upp sína útgerð og roynt hana, so nú bíða tey bara spent til fyrstu finalurnar, sum verða í kvøld.

 

Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:

 

Handball Faroe Islands – YouTube

 

Leiksskráin fyri hondbóltsvikuskiftið í høllini við Tjarnir er hendan:

 

Fríggjadagin 21. februar:

kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin

kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a


Leygardagin 22. februar:

kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a

kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c

kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c

kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF

kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a

kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a

kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a

kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a

kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil

kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF

 

Sunnudagur 23. februar:

kl. 13.00 Eydnudeildin

kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur

kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík

kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a

kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil

kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil

kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

 

##med4##

##med5##