Málráðið skrivar, at seinastu 25 árini hevur 21. februar verið hildin sum fagnaðardagur fyri móðurmál kring allan heim eftir áheitan frá UNESCO. Tað verður gjørt fyri at varpa ljós á málsligt fjølbroytni, tí umframt at vera samskiftisamboð, so verða mál mett at vera størsta trygdin fyri, at mentanin livir.
21. februar er valdur til minnis um eina syndarliga hending, ið fór fram í Pakistan í 1952, tá fimm menn lótu lív og hundraðvís vóru særd í stríðnum fyri rættinum til móðurmálið.
Í ár eru leiðarorðini mál eru týðandi. Dagurin ein áminning um, at rætturin til at læra á móðurmálinum ikki er sjálvsagdur.
Í Føroyum eru føroyskt og teknmál almennu málini, sum vit hava rætt til at fáa upplæring á. Eingin skipan er fyri upplæring á øðrum móðurmálum.