Amazon yvirtekur James Bond

Broccoli-familjan, ið hevur staðið fyri framleiðsluni av kendu James Bond filmunum síðan 1962, kemur ikki at hava ræðið á filmsframleiðsluni longur

Framleiðararnir handan Bond-røðina, Barbara Broccoli og Michael G. Wilson, hava boðað frá, at tey leggja frá sær, skrivar BBC. Tað var Albert "Cubby" Broccoli, ið framleiddi fyrsta filmin í røðini, Dr. No, í 1962, og seinni hava dóttirin og stjúksonurin tikið yvir.

Hjúnini fara nú at geva kreativu stýringina til Amazon MGM Studios, sum varð stovnað, tá Amazon keypti móðurfelagið hjá Bond í 2021. Broccoli og Wilson fara framvegis verða medeigarar av framleiðslufelagnum, men tað verður Amazon MGM Studios, ið fær stýringina á felagnum.

Broccoli, sum er 64 ára gamal, legði afturat: "Lív mítt hevur verið ætlað at varðveita og byggja á tann stóra arvin, sum pápi okkara, framleiðarin Cubby Broccoli, gav Michael og mær."

"Eg havi havt tann heiður at arbeitt tætt saman við fýra av teimum ómetaliga evnaríku leikarunum, sum hava spælt 007 og túsundtals frálíkum listafólkum innan vinnuna."