Almenni russiski íløgugrunnurin sær nú fyri sær, at fleiri amerikansk feløg kunnu venda aftur til russiska marknaðin - helst longu í øðrum fjórðingsári í 2025.
Tað er tíðindastovan Tass, sum ber hesi tíðindi eftir samrøðurnar millum USA og Russland í Saudi Arabia í gjár, og tað er Reuters sum endurgevur Tass.
- Tilgongdin hjá amerikansku fyritøkunum at venda aftur verður helst avbjóðandi, tí Russland nú hevur aðrar vørur í útboðnum, sigur leiðarin fyri almenna russiska íløgugrunnin, Kirill Dmitriev.
Einki verður tó sagt um, hvørji amerikansk feløg kunnu venda aftur á russiska marknaðin.
Fleiri amerikansk og vesturlendsk feløg steðgaðu sínum virksemi í Russland, tá landið leyp á Ukraina fyri skjótt trimum árum síðan.
Millum vesturlendsku fyritøkurnar, sum rýmdu av russiska marknaðinum eftir innrásina, vóru eitt nú McDonald's, Coca-Cola og Starbucks.