Sambært Donald Trump í gjárkvøldið er ikki óhugsandi, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini verður við á nógv umrøddu grønlandsferðini

Amerikanski uttanríkisráðharrin eisini til Grønlands

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, er hugsandi, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini verður við á ferðini til Grønlands

Sambært Donald Trump í gjárkvøldið er ikki óhugsandi, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini verður við á nógv umrøddu grønlandsferðini

Sambært danska blaðnum BT í morgun avdúkaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eftir øllum at døma eisini verður við á nógv umrøddu grønlandsferðini.

 

Hetta skriva miðlarnir, CNN og The Hill, sum BT endurgevur.

 

Frammanundan er greitt, at kona amerikanska varaforsetan, Usha Vance, amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, og orkumálaráðharrin, Chris Wright, verða við á vitjanini í Grønlandi.

 

Síðan tað um dagarnar gjørdist greitt, at høgtstandandi fólk í Trump-umsitingini skulu til Grønlands, hava grønlendskir politikarar funnist at ætlaðu vitjanini og hava sýtt fyri at hitta amerikansku gestirnar.

 

##med2##

 

Í Grønlandi verður vitjanini sæð sum ein "provokatión", men amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at talan er ikki um provokatión, men um vinalag.

 

- Vit eru boðin, endurtók Donald Trump í gjárkvøldið, soleiðis sum hann verður endurgivin av CNN og The Hill, samstundis sum hann legði aftrat, at grønlendigar ynskja, at onkur veruliga tekur hond um tey.

 

Amerikanska sendinevndin kemur til Grønlands hósdagin.

 

 

 

Sambært Donald Trump í gjárkvøldið er ikki óhugsandi, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini verður við á nógv umrøddu grønlandsferðini

Donald Trump, forseti