VIDEO: Kekkia smurdi Gibraltar av

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Gibraltar-Kekkia 0-4 (0-1)

Ein annar dystur er leiktur í okkara HM-undankappingarbólki í kvøld.

 

Kekkia sum Føroyar avrikaðu væl ímóti leygarkvøldið møtti Gibraltar á á útivølli í Faro í Portugal.

 

Kekkia vann dystin 4-0. Kekkia rakti eisini træverkið hjá Gibraltar nakrar ferðir. Gibraltar hevði ongan málmøguleika innanfyri málrammurnar hjá Kekkia.

 

Kekkia hevði bóltin 80 prosent av tíðini. 

 

Tað er eingin ivi um, at tað vera Kekkia og Kroatia, ið fara at kappast um fyrsta plássið í okkara undankappingarbólki.

 

Gibraltar-Kekkia 0-4 (0-1)

0-1 Vaclav Cerny ('21 )

0-2 Patrik Schick ('50 )

0-3 Pavel Sulc ('72 )

0-4 Jan Kliment ('95)

 

HER ber til frá Youtuberásini, Český Fotbal - við enskum frásøgumanni - at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Gibraltar og Kekkia:

 

##med2##