23 ára gamli Andrass Johansen hevur skift til Fremad Amager, sum spælir í triðjbestu deildini í Danmark. Tó skal sigast, at felagið liggur greitt á odda í deildini, og tí er sannlíkt at Fremad Amager spælir í næstbestu deildini komandi kappingarár.
- Eg havi valt Fremad Amager tí hetta er eitt stað, har eg kann blíva avbjóðaður, so eg kann blíva betri. Eg havi eisini fingið eina góða mynd av felagnum, spælarum og teimum kring felagið, og sjálvandi eisini áskoðarunum, sum stuðla væl, sigur Andass Johansen.
Venjarin í felagnum, Christian Iversen, hevur havt tríggjar mánaðir at kanna føroyska miðvallaran.
- Andrass er ein hartarbeiðandi góður drongur, sum hevur verið hjá okkum síðani novembur. Hesa tíðina hevur hann vant seg við umhvørvið og spælistílin, og hann er blivin betri fyri hvønn dag. Eg eri glaður fyri, at Andrass er ein partur av hópinum hjá okkum. Nú gleði eg meg at síggja hvussu langt hann kann røkka, sigur venjarin.
Andrass Johansen er uppvaksin í B36 og hevur eisini verið á landsliðnum. Hann hevur í eina tíð givið til kennar, at hann ynskir at sleppa av landinum at spæla. Hann var í fjør á veg til Hillerød, men tað bleiv ikki til nakað og ein skaði argaði ein stóran part av kappingarárinum.