Andrias og liðfelagarnir taptu greitt fyri ukrainskum liði

Talan var um lið úr bestu ukrainsku fótbóltsdeildini

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock halda fram við at fyrireika seg til kappingin í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini verður tikin uppaftur 16. februar.

 

Fyrrapartin í dag spældi Wisla Plock venjingardyst móti Oleksandriya, ið spælir í bestu ukrainsku fótbóltsdeildini. Andrias var við frá dystarbyrjan.

 

Tað endaði við greiðum 3-0 sigri til Oleksandriya, ið skoraði øll málini í seinna hálvleiki.

 

Longu fríggjadagin klokkan 13 er aftur venjingardystur á skránni hjá Wisla Plock. Tá spæla teir móti Grodzisk, ið spælir í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.