Arbeiða við at víðka tænastur til borgararnar

Kommunurnar, sum eiga Heilsumiðstøðina í Vági, eru nú í einari tilgongd at útbyggja verandi heilsumiðstøð

 

- Heilsumiðstøðin í Vági hevur í dag eitt breitt úrval av tænastum, sum fevna um kommunulæknar, økispsykiatri, tannlækna, fótarøkt, diatistur, blóðroyndir og heimasjúkrasystrar.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at við hesum tænastum tryggjar heilsumiðstøðin, at borgararnir fáa eina fjølbroytta og dygdargóða heilsutænastu.

 

Nú verður so arbeitt við at víðka um heilsumiðstøðina fyri at møta veksandi tørvinum hjá borgarunum.

 

- Sum kunnugt, er tað ein týðandi partur av heilsupolitikkinum at flyta tænasturnar nærri borgarunum.

 

Tí eru kommunurnar, sum eiga Heilsumiðstøðina, nú í einari tilgongd at útbyggja verandi heilsumiðstøð.

 

- Við hesi útbygging verður væntað, at fleiri tænastur kunnu bjóðast, og at verandi tænasturnar kunnu betrast.

 

Í Vági siga tey, at hetta fer at geva borgarunum enn betri atgongd til heilsutænastur. 

 

- Hetta fer eisini at tryggja, at Heilsumiðstøðin framhaldandi kann veita eina dygdargóða tænastu, verður lagt aftrat.