Liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager spældi fríggjadagin týdningarmiklan dyst í uppflytingarstríðnum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli í dysti móti Middelfart í ovara endaspælinum tapti Fremad Amager 1-3 fyri Middelfart. Andrass kom á vøllin beint eftir steðgin. Tá var Middelfart á odda 2-1. Talan var fyrstu spælitíðina hjá Andrassi síðani 5. apríl.
1-3 tapið merkir, at Fremad Amager fyribils missir annað plássið til júst Middelfart.
Í morgin klokkan 13 taka Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad móti Næstved á heimavølli.
Aarhus Fremad er fremst í deildini við 50 stigum. Middelfart hevur 47 stig og Fremad Amager hevur 45 stig. Við sigri í morgin vera Martin og liðfelagarnir átta stig røttumegin uppflytingarstrikuna.