Arbeiði við Norðoyatunnilin

Í komandi viku verður arbeitt beint uttanfyri tunnilsmunnan

Klaksvíkar kommuna skrivar, at arbeitt verður frá mánadegnum 24. februar kl 09.00 og til fríggjadagin 28. februar kl.16.00. Arbeitt verður beint uttanfyri tunnilsmunnan, og bilførarar vera bidnir um at vísa størsta varsemi. Arbeiðið er í samband við rørleiðingar til útstykkingina á Fossum. Tað er RTS, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.