Árni er aftur á landsliðnum

Fyri fyrstu ferð í meiri enn fimm ár er Árni Frederiksberg millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Kekkia, har Føroyar við Eyðuni Klakstein á odda fara undir nýggja HM undankapping.

 

Árni Frederksberg er nýggjur í hópinum, og venjarin vísir framrættaða KÍ spælaranum størri álit, enn hann áður hevur fingið á landsliðnum.

 

18. november í 2019, tá ið hann enn var B36 spælari, var Árni Frederiksberg við í EM undankappingardysti á útivølli ímóti Svøríki, sum vann 3-0.

 

Árni Frederiksberg var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

 

Árni hevur áður spælt 11 landsdystir, og hann hevur enn einki mál skorað á landsliðnum.

 

Merkisvert er tað, at Petur Knudsen er fremsti maður. Tá ið Føroyar síðsta heyst vóru í Armenia og Norðurmakedonia, var Petur Knudsen ein part av tíðini í fremstu ódnini, og tað er hann eisini í kvøld.

 

Kekkia – Føroyar kl. 19.45

 

HM undankappingardystur

 

Leygardagin 22. mars 2025 á Malšovická aréna í Hradec Kralove í Kekkia

 

Dómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin MatošaDómarakvartett úr Slovenia: Rade Obrenović, Jure Praprotnik, Grega Kordež og Martin Matoša

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, Hanus Sørensen – Petur Knudsen

 

Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Ari í Haraldstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, René Shaki Joensen, Adrian Justinussen, Géza Dávid Turi, Poul Kallsberg, Páll A. Klettskarð, Meinhard E. Olsen