Usha Vance, sum er gift við varaforsetanum í USA, J.D. Vance, ferðast til Grønlands hósdagin.
Hetta váttar skrivstova hennara í eini fráboðan, sum er løgd út á sosiala miðilin X.
- Hósdagin 27. mars 2025 fer Second Lady Usha Vance til Grønlands saman við soninum og amerikanskari sendinevnd at vitja søgulig støð, læra um grønlendskan arv og vera vitni til Avannaata Qimussersu, tjóðarhundasletukapping í Grønlandi.
Vance fer aftur til USA 29. mars.
Í fráboðanini stendur eisini, at Vance og sendinevndin eru "spent at vera vitni til hesa stórbæru renningina og hátíðarhalda grønlendska mentan og samleika."
Í einum videobroti, sum er deilt á almenna Instagram-profilinum hjá amerikansku second-lady, sigur Usha Vance, at hon gleðir seg at vitja Grønland.
- Eg gleði meg at hitta nógv av tykkum skjótt, og at læra um tykkara vakra land, mentan og siðvenjur frá tykkum, sigur hon.
Hon gleðir seg at vera við til grønlendsku kappingina við hundasletum, stendur í fráboðanini.
Í gjár fekk grønlendska blaðið Sermitsiaq at vita, at Usha Vance fer til Grønlands.
Saman við henni verður amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, upplýsa diplomatiskar keldur í Washington við Jyllands-Posten.
Í fráboðanini frá skrivstovuni í dag varð ikki nevnt, hvør skuldi vera við í sendinevndini.
Vitjanin kemur samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur sagt, at hann ynskir, at Grønland skal gerast partur av USA.
- Eg haldi, at tað fer at henda, segði forsetin fyrr í mars, tá hann varð spurdur um sínar tankar um eina "møguliga hertøku".
Mike Waltz hevur áður sambært tíðindastovuni Reuters sagt, at Grønland hevur týdning fyri USA í mun til tjóðartrygdina.
Fyrr í dag váttaði Ríkisløgreglan, at eitt flogfar hjá Atlantsflog við donskum løgreglumonnum var flogið til Grønlands úr Karup.
Tey fara til Grønlands at hjálpa til við trygdaruppgávum í sambandi við vitjanina úr USA, upplýsir René Gyldensten, samskiftisleiðari hjá Ríkisløgregluni.
Tað varð ikki upplýst, hvussu nógv løgreglufólk vórðu send avstað.
##med2##
Áðrenn vitjanin varð staðfest frá skrivstovuni hjá Vance, váttaði Mette Frederiksen forsætisráðfrú søguna.
Í skrivligum svari til fjølmiðlarnar segði hon, at komandi vitjanin kann ikki síggjast óheft av teimum almennu útsagnunum, sum hava verið.
Harumframt varð sagt, at hon sær vitjanina "seriøst" og legði dent á, at "kongaríkið" vil samstarva við amerikanarar.
- Men tað skal og skal vera eitt samstarv, sum byggir á grundleggjandi virðini um fullveldi og virðing millum lond og fólk, segði hon.
/Ritzau/