Auvergne kemur á Havnina týsmorgunin

Fregattin Auvergne hjá fronsku verjuni leggur leiðina til Føroya í hesum døgum og leggur at í Havn týsmorgunin klokkan 9.

Tíðindskriv, Franska konsulátið í Føroyum:

 

Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021. 

Hesi skip eru herskip, sum kunnu nýtast til ymisk endamál, sokallað Frégate Scouteur (FS). Tey seks systurskipini, sum eru bygd í hasum Aquitaine-klassanum, eita: Aquitaine, Provence, Languedoc, Auvergne, Bretagne og Normandie. Tey eru bygd í tíðarskeiðnum 2010-2020 á skipasmiðjuni hjá Naval Group í Lorient. Verkætlanin æt Frégate européenne multi-missions / FREMM.

Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest.

Meðan Auvergne liggur á Havnini verður vitjað hjá ymsum myndugleikum, eins og umboð fyri somu verða boðin umborð.

Møguligt verður hjá almenninginum at vitja umborð fríggjadagin 21. mars í trimum umførum:

Kl. 09.00-10.00

Kl. 10.00-11.00

Kl. 11.00-12.00

Gevið gætur: Neyðugt er at boða frá og skráseta seg við at ringja ella skriva til tel. +298 211057 áðrenn hósdagin 20/3  kl.10.

 

##med2##