ES-lond umrøða ein risapakka til Ukraina

Pengarnir skulu brúkast til eitt nú lóður og loftverju í Ukraina í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum

 

Uttanríkisráðharrar í ES-londunum umrøða nú, hvussu ein nýggjur og risastórur vápnapakki til Ukraina kann skrúvast saman.

 

Talan er í hesum førinum um ein vápnapakka, sum ætlandi verður millum 147 og 294 milliardir krónur í okkara peningi.

 

Ætlanin hjá ES er, at øll limalond skulu verða við í pakkanum eftir einum býtislykli. Pengarnir skulu brúkast til eitt nú lóður og loftverju í Ukraina.

 

Arbeitt verður eisini við at finna eina loysn fyri ætlanini, sum einstøk ES-lond ikki kunnu royna at forða fyri.

 

Í ES skulu nevniliga allar uttanríkissamtyktir verða einmæltar.

 

Ungarn, sum er ES-landið, ið er mest vinaliga sinnað mótvegis Russlandi, hevur fleiri ferðir sett seg upp ímóti, at Ukraina fær meira stuðul.

 

Landið heldur, at stuðulin bara ger, at kríggið í Ukraina dregur út.

 

Sambært DPA-tíðindastovuni er nú ein orðing í umfari, sum leggur upp til, at ES-lond sjálvboðið kunnu luttaka í hernaðarliga stuðlinum til Ukraina.