Virkið vár 2025 í Klaksvík ynskir nú, at fólk senda inn hugskot, tí í døgunum, 28. apríl til 4. mai 2025, verður Virkið vár aftur á skránni.
- Á sama hátt sum udanfarin ár, verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka náttúruna og ymisku býarrúmini til at vera virkin saman og hugbundin.
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í morgun.
- Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum.
Endamálið við átakinum er eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar endamálinum.
Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.
- Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi týsdagin 22. apríl, siga tey í Klaksvíkar kommunu í morgun.