Tað sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn um eitt ferðsluóhapp, sum var á Oyggjarvegnum oman fyri Havnina. Talan var um eitt sokallað soloóhapp, har bara ein bilur var uppií. Bilurin fór niðan av Oyggjarvegnum við gamla enda uppi við Sundsháls og rendi á ein stein.
– Bilurin fór í spønir, men bilførarin fekk eftir øllum at døma ikki stórvegis skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Annar hevur verið friðarligt í býarlívinum, sigur hann. Okkurt smáting hevur verið, sum kortini ikki hevur ført til nakra skuldseting, og onkur drukkin fólk skuldu hjálpast víðari, sigur vaktleiðarin.