Hera Mohr, abba mínum, til minnis

Barndómur, familja, jól

Sjálvur haldi eg, at eg havi verið so heppin at eiga heimsins besta abba. Hann var upp á allar mátar ein heilt serligur maður: nærverandi, ambitiøsur, humoristiskur, klókur, vitandi – og serstakliga ordiligur. Likamliga var hann altíð sera væl fyri. Og so hevði hann hugflog og minni sum fáur.

 

Føddur í 1976 var eg fyrsta abbabarnið. Fleiri komu mær í hølunum, flestu teirra dreingjabørn. Eg fekk eisini tvær systrar.

 

Fyrstu minni míni við abba eru heilt aftur síðst í 70’unum og tíðliga í 80’unum. Tá plagdi abbi vikuskiftismorgnar at heinta systur mína og meg og so tvey-trý av okkara systkinabørnum at koyra biltúr, gjarna til Velbastaðar og til Kirkjubøar. Abbi fortaldi søgur, hann smíðaði søgur um sjórænarar, bandittar og onnur bartrog. Altíð vóru tað vit, abbabørnini, ið vóru hetjurnar, tey góðu. Túrarnir í Sugguni við abba, míni systur og hinum systkinabørnunum hava fest seg í minnið fyri lívið. Vit smábørn saman, løturnar, søgurnar, abbi – alt hetta hevur lagt nakað gott, trygt og dýrabart í meg. Og takksamur eri eg fyri tað – eg royni eftir besta førimuni eisini at geva børnum mínum henda dýra førning.

 

Summardagar plagdu Rúni, Búi, Bjarni og eg at ganga okkum oman á Gjaldstovuna at vitja abba, sum altíð var blíður og glaður fyri at síggja okkum. Og oftari enn ikki fingu vit eitt lítið oyra við okkum – og lukkuligir vóru vit.

 

Abbi og omma bjóðaðu frá miðskeiðis í 70’ unum børnum sínum til døgverða og jólahugna 1. jóladag. Fyrstu árini vóru tað omma, abbi, børn teirra við makum – og eg. So við og við gjørdust vit fleiri. Vit gjørdust 15 systkinabørn. Nøkur av bestu minnum mínum eru, tá ið vit systkinabørn møttust hjá ommu og abba 1. jóladag við okkara gávum og leikum – fantastiskar løtur.

 

Seinni fingu vit eisini trý bonussystkinabørn. Ella skinnabein, sum vit hava kallað tey. Traditiónin 1. jóladag livir enn. Og tá ið vit vóru flest, vóru vit fýra ættarlið og gott 70 fólk samlað, minnist meg rætt.

 

Ungdómur, mandómur, brøv, bøkur & døgverðar

 

Abbi og eg hava altíð havt tað gott saman. Sum ungur tannáringur plagdi eg at sláa grasið hjá ommu og abba. Og hóast endaleysar áminningar, kvetti eg ferð eftir ferð leidningin á sláimasinuni. Ongantíð eitt ilt orð  frá abba – men eg fekk altíð mínar 50 krónur.

 

Eitt summarið málaðu Rúni og eg eisini húsini hjá ommu og abba. Bláur himmal, sólskin, vindeyguni á víðan vegg, eina góða plátu á plátuspælaran, ljóðið for frá og so varð málað.

 

Eg flutti av landinum í 2003. Abbi og eg hildu sambandið; vit skrivaðu brøv hvør til annan. Abbi plagdi at senda mær eina bók saman við hvørjum brævi. Dostojevski, Stefan Zweig og aðrar havi eg lisið  - abba fyri at takka. Eg sendi hvørja ferð bókina aftur við einum brævi, har eg greiddi frá, hvat eg helt um bókina umframt gerandistos.

 

Hetta gjørdu vit í fleiri ár. Takksamur og glaður eri eg fyri tað.

 

Abbi plagdi at bjóða mær heim til døgverða eina ferð um vikuna ella aðruhvørja viku. Hann var kringur í køkinum, og vóru vit altíð á einum máli um, at tað var ”absolutt ikki dårligt”. Ein vending, mínir dreingir og eg í spølni hava tikið til okkara. Prátið gekk, meðan vit ótu, hugnaðu okkum, og hann plagdi at seta kassarnar fram við gomlum svart/hvítum myndum. So fekk eg søgur um gomlu Havnina, familju okkara, annan veraldarbardaga og mong onnur áhugaverd evni.

 

Omma & abbi, gullbrúðleyp & ellisár

 

Omma og abbi vóru gift í nærum 60 ár, áðrenn omma í 2009 fór. Í 2000 vóru vit øll, á leið 30 familjulimir, trý ættarlið, tvær vikur í Benidorm í Spaniu. Omma og abbi høvdu gullbrúðleyp. Hetta var av sonnum, liv og glade dage: sól, summar, fest, karaoke, familjuhugni – ógloymandi minni.

 

Í 2010 fylti abbi 85, og helt hann tá eitt brak av einari veitslu í Cirkusbygninginum (Wallmans) mitt í Kongens København – aftur saman við einari ørgrynnu av familjulimum. Hetta var eitt rimmar kvøld, abbi var í toppform og sló í røðu síni fast, at næsta stopp var 100 ár. Abbi setti sær høg mál.

 

Abbi var sera væl fyri og búði heima, til hann fyri tveimum árum síðan sum 98-ára gamalur fekk nýrakrabba. Abbi reið stormin av, slapp av við krabban. Í mínum eygum einki minni enn eitt satt undur á so høgum aldri.

 

Eftir hetta flutti hann á Lágargarð. Dreingir mínir og eg vitjaðu hann, hvørja ferð vit vóru í Føroyum. Hann eldist skjótt seinnu árini. Sum ein logi, ið fekk ikki brenni. Hann var tó altíð enn blíður, týður, fittur og glaður fyri vitjan.

 

Jólini 2024 var abbi viknaður sera nógv. Eg var hjá honum allar dagarnar, eg var í Føroyum. Hann var umgyrdur av familju alt samdøgrið seinastu dagarnar.  Hann lá í seingini, segði einki, hvørki át ella drakk. At enda lá hann bara og dró andan tungt við afturlatnum eygum. Vit, familjan, syrgdu fyri nærveru, hugna og tryggleika.

 

Seinasta kvøldið, sum abbi doyði morgunin eftir, sat eg hjá honum. Hann hevði tá ikki mælt orð, hugt ella rørt seg leingi. Eg sat við aðrari hondini á bringu hansara og takkaði honum við tárunum rennandi niður eftir kjálkunum fyri alt. Bað hann, tá ið hann fór víðari, heilsa ommu og beiggjum sínum. Tá, knappliga, læt hann eyguni upp, hugdi upp á meg, og tók í mína hond. Ein so sera sterk og innilig løta – síðsta dýra minnið saman við elskaða abba mínum, heimsins besta abba.

 

Abbi gjørdist ikki rættiliga 100 ár. Bara vikur áðrenn andaðist hann. Abbi varð føddur 19. mars 1925 og livdi eitt so sera ríkt og spennandi lív við einari framúr heilsu, einum løttum sinni, stórari familju, látri og einari vitan, breiðari enn hjá teimum allarflestu.

 

Kirkjan var nógv meir enn fullsett tann dagin, tá ið abbi fór til gravar úr Havnar kirkju: har vóru fólk úr øllum samfelagsløgum, ung sum gomul, vinnulívsfólk, ítróttafólk, vinir, kenningar – og sjálvandi: familjan. Løtan í kirkjuni var eitt so avbera vakurt minningarhald, har fólk táraðu, sótu kvirr, smíltust, flentu. Við abbasa orðum: Prestur hevði gjørt sítt arbeiði til reint UG.

 

Missurin er svárur og tómrúmið eftir abba stórt. Men tað er í veruleikanum hvørki syrgiligt ella meiningsleyst. Abba untist at liva eina heila øld – eitt ríkt og fantastiskt lív. Og hann nart eitt ótal av menniskjum. Eg kenni ongan, ið hevur annað enn gott at bera abba. Hann var í lívinum fullur av gleði og orku - ringarnir í vatninum liva enn.

 

Av hjarta takki eg takka tær fyri alt, kæri abbi – orð eru fátøk. Tú vart patriarkurin í familjuni, tú ert mær ein íblástur og ein sonn fyrimynd. Og hjartaliga til lukku við 100-ára degnum – absolutt ikki dårligt!

 

Abbasonur tín, Herman