Í annaðkvøld klokkan 19.15 leggja B36 og TB fyri í 17. umfari í Betrideildini í tí, sum eisini er ólavsøkudysturin.
Í teimum seinastu 20 uppgerðunum millum B36 og TB er talan um 18 sigrar til B36, og ein sigur til TB.
Tá liðini hittust við Stórá 30. mars vann B36 1-0.
B36 hevur eisini stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í annaðkvøld.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,13 og 1,17.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,00 og 8,00.
Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 10,50 og 13,00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##