Skipið "Handala" fór úr Sicilia fyrr í juli. Skipið er uppkallað eftir einum vælumtóktum palestinskum teknifilmspersóni. (Arkivmynd). - Mynd: Giovanni Isolino/Ritzau Scanpix

Ísrael steðgar skipi við neyðhjálp til Gaza

Ísraelskir hermenn fóru í gjár umborð á eitt skip við hjálparfólki, sum var á veg móti Gazageiranum.

Skipið "Handala" fór úr Sicilia fyrr í juli. Skipið er uppkallað eftir einum vælumtóktum palestinskum teknifilmspersóni. (Arkivmynd). - Mynd: Giovanni Isolino/Ritzau Scanpix

Ísraelska sjóverjan hevur forðað skipinum "Handala" í at "ólógliga koma inn á sjóøkið út fyri strondini í Gaza", upplýsti ísraelska uttanríkisráðið leygarkvøldið í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

- Skipið er á veg móti strondini í Ísrael. Øll ferðafólkini eru trygg, skrivar ráðið.

Episodan varð beinleiðis stroymd á video av aktivistabólkinum Freedom Flotilla, sum stendur aftan fyri ferðina.

Skipið "Handala" sigldi úr Sicilia 13. juli í eini roynd at bróta ísraelska stongsilin og bera hjálp til fólkið í Gaza.

"Handala" var eftir øllum at døma umleið 100 kilometrar frá Gazageiranum, tá ísraelskir hermenn fóru umborð á hana.

 

/Ritzau/

 

Skipið "Handala" fór úr Sicilia fyrr í juli. Skipið er uppkallað eftir einum vælumtóktum palestinskum teknifilmspersóni. (Arkivmynd). - Mynd: Giovanni Isolino/Ritzau Scanpix