So eydnaðist tað hjá B36 at vinna fulla úrtøku. Í vikuni fegnaðust tey í árstalsfelagnum um 89 ára stovningardagin. Í dag eru fleiri fjepparar í góðveðrinum í ferðalagi við B36 í Suðuroy, og tað er gott lag, nú tey fyrireika seg at fara til hús aftur.
Í B36 húsinum eru fjepparar savnaðir at fylgja við á stórskíggja, og tey vóru eygnavitni til, at B36 fyri fyrstu ferð í ár fór av vøllinum við fullari úrtøku.
B36 vann 1-0 við Stórá í Trongisvági. Sigursmálið varð skorað, tá ið eitt lítið korter var farið. Sigursmálið skoraði miðvallarin Mattias J. Hellisdal, sum sneiddi seg leysan av mótstøðumanni, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin flatt fyri seg sjálvan og dygst inn við stólparótini til høgru fyri málverjan. Hetta var sjeynda ferðin, at Mattias var málskjútti í bestu deildini.
B36 var meiri á bóltinum, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum. Eitt nú hevði Marius Kryger Lindh fínan møguleika eftir innlegg úr vinstru, men við handara stólpa setti hann við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan.
TB vísti góðan hugburð, og sum seinni hálvleikur leið spenti heimaliðið álopsbogan. Gilli Rólantsson Sørensen fór fram í álopið, og tað vóru onkrar spentar støður, eitt nú í sambandi við deyðbóltsstøður, og Eirikur Ellendersen var leysur, tá ið hann royndi seg úr eitt sindur spískum i høgru, men bólturin fór skeivu megin stólpan og í síðunetið.
Hósdagin fær B36 vitjan av Víkingi, og tá verður TB partur av grannauppgerð á Vágseiði.
TB – B36 0-1 (0-1)
0-1: Mattias J. Hellisdal 14.
Dómari: Dagfinn Forná
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Ndende Adama Guéye, Gilli Rólantsson Sørensen, Páll Eirik Djurhuus, Ragnar Joensen – Eirikur Ellendersen, Mattias Djurhuus, Marley Blair, Mohamed Samba – Samudeen Musah
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert Petersen, Heini Vatnsdal, Mattias Weihe Joensen – Mattias J. Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss, Pætur J. Petersen – Marius Kryger Lindh, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson