Ursula von der Leyen hevur verið á vitjan í Føroyum, og her heilsast ES-nevndarforkvinnan og okkara løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum eisini er á trygdarráðstevnu í München

Bæði ES og USA vilja steðga blóðbaðnum í Ukraina

- Ukraina eisini tørvar trygdargaranti, tá kríggið einaferð verður av, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen

Ursula von der Leyen hevur verið á vitjan í Føroyum, og her heilsast ES-nevndarforkvinnan og okkara løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum eisini er á trygdarráðstevnu í München

- Um Ukraina tapir kríggið móti Russlandi, fer tað eisini at gera USA veikari.

 

Tað sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, sambært Reuters.

 

- Bæði ES og USA vilja steðga blóðbaðnum í Ukraina, segði hon á trygdarráðstevnuni í München.

 

ES-nevndarforkvinnan legði aftrat, at Ukraina eisini tørvar trygdargaranti, tá kríggið einaferð verður av.

 

Ursula von der Leyen hevur verið á vitjan í Føroyum, og her heilsast hon og okkara løgmaður, Aksel V. Johannesen.

 

Løgmaður er eisini á trygdarráðstevnu í München, men viðhefta mynd er ikki tikin á ráðstevnuni, sum nú er í München.

 

 

 

 

 

Ursula von der Leyen hevur verið á vitjan í Føroyum, og her heilsast ES-nevndarforkvinnan og okkara løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum eisini er á trygdarráðstevnu í München