Leygardagin 12. apríl 2025 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir.
Ingeborg Vinther stillaði ikki uppaftur til nevndina, nú hon hevur verið nevndarlimur í 10 ár.
Í nevndina vóru vald:
- Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn
- Alfred Olsen, Pensjónistafelagið á Toftum
- Maria Olsen, Pensjónistafelagið Hugni
Sum varalimir vóru vald:
- Johild Joensen, Eldrafelagið Nón
- Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
- Hildibjarta Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
- Beate L. Samuelsen, forkvinna
- Jákup Andreasen, næstformaður
- Alfred Olsen, nevndarlimur
- Erhard Jacobsen, nevndarlimur
- Maria Olsen, nevndarlimur