Fyrr í dag bara íslendski miðili 433.is tey tíðindi, at HB ætlar at seta íslendska Arnar Grétarsson sum nýggjan venjara fyri italska Adolfo Sormani. Orsøkin skuldi verið, at HB hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar.
Men sambært formanninum í HB, so passar tað ikki.
- Í løtuni er einki hald í søguni. Vit stóla uppá, at Adolfo Sormani klárar at fáa liðið aftur á beint, sigur Ransin N. Djurhuus, formaður í HB við heimasíðuna hjá Kringvaprinum.
Arnar Grétarsson er íslendskur venjari, sum hevur verið venjari hjá Vali, KA og Breiðabliki í Íslandi og Rosalere í Belgia. Hartil hevur hann verið ítróttarstjóri hjá belgiska Club Brugge og grikska AEK Athen.
HB er í løtuni á triðja plássi í landskappingini og úti av kappingini um Løgmanssteypið.