Í nátt og í morgun hevur Russland lopið á Ukraina við tilsamans 54 dronum.
Ukrainska loftverjan sigur, at teimum eydnaðist at skjóta 38 av russisku dronunum niður.
Regiónirnar í Ukraina, sum vórðu raktar í russisku álopunum, vóru Zaporizjzja, Odessa og høvuðsstaðarøkið, Kyiv.
Guvernørurin í Odessa, Oleh Kiper, skrivaði á Telegram í morgun, at trý fólk fingu løstir í álopunum á býin í nátt.
Sagt verður, at undirstøðukervið í regiónini varð rakt, ein útbúgvingarstovnur, íbúðarbygningar og fleiri akfør.
Guvernørurin í Zaporizjzja-regónini, Ivan Federov, sigur, at ein 69 ára gomul kvinnan læt lív í russisku álopunum, og í minsta lagi 22 fólk fingu løstir.
Útlendskir miðlar vita seinnapartin í dag at siga, at higartil eru ongar fráboðanir komnar um deyð ella løstað í Kyiv-regiónini eftir russiska dronuálopið.
- Men, seks privat heim og fleiri bygningar í Kyiv-økinum fingu skaðar í álopunum, verður lagt aftrat.