Betrideildin menn: B36 er favorittur móti TB á útivølli

Her eru oddsini upp á dystin TB-B36

Savnsmynd frá 2023

Sunnudagin klokkan 14.45 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum TB og B36 við Stórá í Trongisvági.

 

TB hevur staðið seg væl við javnleiki á heimavølli móti verandi FM-vinnarunum, Víkingi og javnleiki á útivølli móti EB/Streymi. B36 hevur tapt fyri NSÍ og KÍ í tveimum teimum fyrstu dystunum.

 

Kortini er tað B36, ið er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 4,45 og 5,20.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,33.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 1,50 og 1,59.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2023