Bilur koyrdi í mannamúgvu í Stuttgart

Einki bendir á, at talan var um tilætlaða gerð í Stuttgart, har ein bilur rakti fólk, sigur løgreglan. Átta fólk hava fingið skaða

Ein bilur hevur rakt eina mannamúgvu á einum sporvognsteðgiplássi í suðurtýska býnum Stuttgart, siga myndugleikarnir á staðnum. - Mynd: Andreas Rósar/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk hava fingið skaða, eftir at ein bilur koyrdi á ein hóp av fólki í Stuttgart í Týsklandi.

Tað boðar lokala sløkkiliðið frá í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Seinni upplýsti løgreglan á sama palli, at einki var, sum bendi á, at hetta var ein forætlað gerð.

Her sæst, at tað skal hava hent um Olgaeck í Stuttgart. Økið er avbyrgt og tey særdu eru viðgjørd á staðnum.

Fleiri av teimum særdu eru álvarsliga særd, leggur fráboðanin afturat.

Hendingin fór fram á einum sporvognsteðgistaði, sambært tíðindastovuni dpa, sum skrivar, at vitni eru avhoyrd.

Blaðið Stuttgarter Zeitung skrivar, at í minsta lagi trý fólk hava fingið skaða, sambært løgregluni.

Sambært blaðnum er bilførarin á bilinum, sum var ein Mercedes, handtikin.

Tá blaðið tosaði við ein talsmann fyri løgregluna, var ikki greitt, um talan var um óhapp ella tilvitaða gerð.

 

/Ritzau/

 

Ein bilur hevur rakt eina mannamúgvu á einum sporvognsteðgiplássi í suðurtýska býnum Stuttgart, siga myndugleikarnir á staðnum. - Mynd: Andreas Rósar/Ritzau Scanpix