Argja Bóltfelag skrivar soleiðis í kvøld:
Tað er við stórari gleði, at Argja Bóltfelag í dag kann kunngera, at okkara egni Bjarki Christiansson Nielsen aftur verður at síggja í AB-blusuni. Bjarki hevur fyri løtu síðani undirskrivað tvey ára sáttmála við AB fyri kappingarárini 2025 og 2026. Harvið hevur AB vunnið kappingina um undirskriftina hjá skjóta og dugnaliga vonginum.
Bjarki er argjamaður og uppvaksin í AB. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum í 2017, tá hann hetta árið gjørdist toppskjútti í 1. deild við 19 málum. Hetta árið vann AB næstbestu deildina.
Evnini vóru eyðsýnd, og frá tí løtu var hann ein profilur á AB-liðnum og eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Hann náddi at spæla 122 dystir og skjóta 39 mál fyri AB, áðrenn hann í 2021 skifti til grannarnar í B36.
Síðstu árini hevur hann verið millum støðugu leikararnar hjá B36, har hann hevur spælt 133 dystir og skorað 28 mál fyri árstalsfelagið. Í 2023 bleiv hann valdur til ársins spælara í B36.
Nú er Bjarki komin heim aftur um ánna, og eins og í 2017, tá hann fekk sítt gjøgnumbrot, er setningurin at vinna AB úr næstbestu deildini og upp í Betrideildina.
Í dag er Bjarki 26 ára gamal, og hann verður nú ein av royndu leikarunum og leiðarunum á AB-liðnum.
Vit eru ómetaliga fegin um, at Bjarki aftur er okkara, skrivar AB í kvøld.