Tað var onkur, sum lat sum um, at viðkomandi var stjórin í fyritøkuni, sum sendi bókhaldaranum ein teldupost um at flyta 9.700 evrur á ávísa kontu alt fyri eitt.
Men bókhaldarin óraði ilt og kom eftir, at boðini als ikki vóru frá stjóranum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Vaktleiðarin sigur, at tað er hent fleiri ferðir seinastu dagarnar, at tey hava fingið boð um slík brotsverk. Onkur hevur flutt pengar, men tað eydnaðist at fáa bankan at steðga flytingini.
– Ráðini eru at kanna slík boð væl og virðiliga – eitt nú við at koyra músina yvir teldupostadressuna, so sæst rætta avsendaraadressan, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.