Victor Orbán virðir ikki handtøkuboð av Netanyahu

Nú hevur Victor Orbán bjóðað Benjamin Netanyahu til Ungarn á vitjan, hóast altjóða revsidómstólurin hevur sent út handtøkuboð av ísraelska forsætisráðharranum

Victor Orbán, sum er forsætisráðharri í Ungarn, sigur, at hann fer at seta seg upp ímóti handtøkuboðunum av ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

 

Tað er altjóða revsidómstólurin í Haag, sum hevur sent út handtøkuboð av ísraelska forsætisráðharranum og fyrrverandi verjuleiðaranum í Ísrael, Yoav Gallant.

 

Nú hevur Victor Orbán bjóðað Benjamin Netanyahu til Ungarn á vitjan, veit tíðindastovan, AFP at siga í morgun.

 

Ungarn hevur skrivað undir Rom-avtaluna og hevur - eins og onnur lond, sum hava undirskrivað avtaluna - bundið seg til at fylgja avgerðunum hjá revsidómstólinum í Haag.

Tað var hósdagin í hesi vikuni, at revsidómstólurin sendi út handtøkuboðini.

 

##med2##

 

 

 

Victor Orbán hevur bjóðað Benjamin Netanyahu til Ungarn á vitjan