Rockbólkurin Bloody Dice úr Danmark kemur í næstum til Føroyar at spæla konsertir. Onnur konsertin verður í Fuglafirði, hin í Havn.
Sangari í Bloody Dice er føroyingurin Dagfinn Joensen, ið áður hevur spælt við føroyska bólkinum Eager to Please og danska bólkinum Fate.
Fríggjakvøldið 16 mai verður eisini høvi uppliva Bloody Dice í Mentanarhúsinum í Fuglafirði til forvitnisliga tiltakið “Málmur og Gný”. Tá fara teir at framføra saman við Wolfgang og Anua. Anua er nærmast eitt óskrivað blað, Bloody Dice spælir fyri fyrstu ferð í Føroyum, og Wolfgang eru garvaðir veteranar, ið fyltu dansihølli í Føroyum í 90'unum. Felags fyri allar bólkarnar er tó, at tað er orkumikil rocktónleikur ið verur spældur.
Bloody Dice hava eina útgávu á baki og hevur júst innspælt sína aðru útgávu ið verður tøk í summar. Wolfgang hava eisini verið í upptøkuhølunum, og eisini hjá teimum er útgáva ávegis.
Leygarkvøldið 17. mai spælir Bloody Dice í Oy í Havn. Konsertin verur hildin í samband við tiltakið “Tatt-Fest".
Tveir bólkar framføra hetta kvøldið. Hin bólkurin nevnist Katla og er eisini úr Danmark. Katla hevur áður framført á G Festivalinum, meðan hetta er fyrstu ferð at Bloody Dice standa á føroyskum palli. Øll ið hava atgongumerki til Tatt-Fest hava eisini atgongd til konsertina. Um pláss eru eftir, vera atgongumerki seld í hurðini til tiltakið.