Í Dimmalætting hesaferð er samrøða við Sólju Jóanisdóttir, sum er mamma Brand Kjartansson úr Sandavági, sum doyði 17. feberuar í fjør. Hann hevði ikki ætlað sær í býin, men broytti meining.
Út á kvøldið var hann saman við vinfólki í bovlinghøllini í Havn eftir steypafinalurnar í hondbólti.
Um hálvgum tólv fór Brandur saman við trimum ungum monnum úr bovlinghøllini, og ætlanin hjá teimum var at fara oman í HBhúsið, har Kyndil helt veitslu. Brandur kom tó ongantíð oman í HB-húsið. Tíggju minuttir seinni skiltist hann frá hinum - onkunstaðni nær rundkoyringina við Tórsvøll.
##med2##
Aðrar tíggju minuttir seinni - umleið sjey minuttir í midnátt - ringir ein skelkaður og algoystur maður til 1-1-2 og biður um sjúkrabil - beinanvegin!
Hann er tá staddur á P-økinum við Gundadalshøllina/Tórsvøll. Einar 32 metrar frá Tórsvallar-trappuni hevur fráboðarin gingið seg fram á ein mann, sum liggur í óviti.
Tað er 19 ára gamli Brandur Kjartansson - sum fráboðarin ikki kennir. Brandur liggur á bakinum, og tað grælar í honum, tí hann stríðist við at fáa luft, og støða hansara er týðiliga heilt álvarslig, hevur fráboðarin greitt mammu Brands frá.
##me3##
Sólja Jóanisdóttir, sum hevur lisið politifrágreiðingina, heldur, at virðismikil tíð varð mist í 1-1-2 samrøðuni.
Eftir hennara tykki, so varð uppringingin ikki tikin í tí álvara, sum hon átti havt verið.
»Vit senda ikki ambulansa til fólk, sum spýr«, verður svarað av 1-1-2
Lesið meira í Dimmalætting, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á dimma.fo