Tíðindaskriv:
Løgtingið samtykti í dag einmælt uppskot frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at geva fiskimonum rætt til arbeiðsloysisstuðul skjótari og í longri tíð, tá ið fiskiskipið verður lagt vegna umvælingar.
Ítøkiliga merkir broytingin, at tá ið fiskiskip verður lagt vegna umvælingar, hava fiskimenninir rætt til arbeiðsloysisstuðul 15 dagar fyrr enn sambært galdandi lóg og rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli í 90 dagar.
Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum fyrr í vár legði uppskot um at bøta umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS fyri Løgtingið.
Fiskimenn kunnu nú fáa arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar. Fyrr var tað aftan á 30 dagar.
Somuleiðis verður tíðarskeiðið teir kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul longt úr 60 útgjaldsdøgum upp í 90 útgjaldsdagar.
Fiskimenn hava annars rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum. Tað vil siga, at um fiskimaður sigur seg úr starvi ella verður sagt úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til arbeiðsloysisstuðul á jøvnum føti við aðrar persónar, sum verða arbeiðsleysir.