Bretskur framherji til AB

Seinasti brikkurin í hópinum hjá Øssuri Hansen er nú komin upp á pláss. Leitað hevur verið eftir framherja, og hann er funnin í 23 ára gamla bretanum, Luca Chadli, ið hevur skrivað sáttmála við AB fyri 2025.

AB skrivar soleiðis í dag:

 

Seinastu tvær vikurnar hevur áleyparin royndarvant við AB. Tað hevur verið avmarkað, hvussu nógv venjing hevur verið í hesum tíðarskeiðnum vegna ringa veðrið, men Luca hevur verið við í tveimum venjingardystum ímóti B71 og Skála. Serliga ímóti B71 vísti hann seg væl fram og skoraði eitt gott mál.

 

Framherjin hevur eitt gott skot, góða fyrstu nerting og megnar væl at varðveita bóltin.

 

Luca Chadli er ættaður úr Onglandi og hevur í ungdómsárum sínum spælt við bæði Burnley og Scunthorpe United. Í vaksnamannaárum hevur hann spælt við bæði Alfreton og Bridlington, ið hoyra til lægru deildirnar í Onglandi. Í 2022 royndi hann seg eisini hjá svenska Ytterhogdals IK, sum tá spældi í triðbestu svensku deildini.

 

Hópurin til kappingarárið 2025 er nú komin endaliga upp á pláss. Tað er gróthørð kapping um hvørt einasta pláss á liðnum, og fær onkur ikki spælt við, so stendur ein fullgóður avloysari altíð klárur. Hópurin telur tveir góðar leikarar til hvørt pláss. Hetta ger, at dygdin og góðskan á liðnum eigur at verða varðveitt, um skaðar og leikbann fara at gera um seg.

 

AB spældi eina rúgvu av jøvnum dystum í fjør, har tað stundum manglaði síðsta bitið í álopsspælinum. Við einum áleypara afturat meta vit, at liðið nú er betur stillað at avgera teir jøvnu dystirnar til okkara fyrimun.