– Hetta eru 17 nýføðingar fleiri samanborið við árið frammanundan. Ein lítil og sera týdningarmikil øking í burðatalinum, skrivar ráðið.
Harafturat eru fleiri børn á veg í 2025. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta er ein góð gongd, sum vónandi fer at halda fram.
Hvørt einasta nýfødda barn er partur av einum nýggjum ættarliði. Nýføðingurin ber við sær vón fyri framtíðina og hevur týdning bæði fyri einstøku familjuna og alt samfelagið.
– Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis framhaldandi gera neyðug átøk fyri, at vøksturin heldur fram. Tað er ikki bert ábyrgd hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.