Næmingarnir taka telefonreglurnar í álvara

Vit hava havt reglur fyri fartelefonnýtslu í eini fimtan ár. Tað snýr seg um at halda fast og ikki lora og gera undantak. Tað sigur Jón Højsted, skúlastjóri í Kollafjarðar skúla.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Greiðar reglur fyri fartelefonnýtsluni og halda fast við tær og ikki lora. Tað hava tey roynt í Kollafjarðar skúla í eini fimtan ár, og tað riggar. Næmingarnir virða reglurnar og taka tær í álvara.

 

- Tað kemur næstan ikki fyri, at næmingur brýtur reglurnar. Hendir tað, taka vit telefonina frá næminginum, og foreldrini skulu eftir henni í skúlanum. Tað týdningarmesta er at halda fast, vera týðiligur, ikki gera undantøk, tí gert tú tað, gongur stutt tíð, so er tað eingin, sum virðir reglurnar, sigur Jón Højsted, skúlastjóri.

 

Reglurnar eru soleiðis, at næmingarnir í grunddeildini og miðdeildini ikki sleppa at hava telefon í skúlatíðini. Næmingarnir kunnu hava telefonina í taskuni, tær skulu vera sløktar og skulu ikki eru taskuni.

 

- Næmingarnir hjá okkum eru góðir at hava við at gera í so máta; teir taka reglurnar í álvara. Tá ið næmingarnir koma í sætta flokk, kemur okkurt skifti, helst orsakað av aldrinum, tí tá eru teir teir elstu næmingarnir í deildini. Kanska fyri at royna nøkur mørk kann tað koma fyri, at onkur tekur telefonina fram, men tað eru sera fá dømi um tað, og tí er tað eingin trupulleiki.

 

Øll greinin sæst á skulabladid.fo : Næmingarnir taka telefonreglurnar í álvara