Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, heldur, at útsøgnin hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at innlima Kanada í USA er ein taktikkur at fáa fólk at síggja burtur frá fráboðaðu tollforðingunum móti Kanada.
Forsætisráðharrin í Kanada ávarar um, at landið fer at svara harðliga aftur, um Donald Trump setir í verk 25 prosent toll á kanadiskar vørur, soleiðis sum hann hevur sagt, at hann fer at gera, tá hann hevur tikið við forsetaembætinum.
- Tá koma allar vørur, sum amerikanskir brúkarar keypa úr Kanada, knappliga at gerast ógvuliga nógv dýrari, enn tær eru í dag, sigur Justin Trudeau sambært Reuters. Hann leggur aftrat, at hann ikki ynskir at síggja eina slíka gongd.
Tað var mánadagin í hesi vikuni, at Donald Trump segði, at Kanada eigur at gerast partur av USA, og útsøgnin kom eftir, at kanadiski forsætisráðharrin hevði boðað frá, at hann fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri.
Donald Trump segði, at hann fer ikki at brúka hermegi fyri at innlima Kanada í USA, men at hann fer at seta í verk handilslig tiltøk. Komandi forsetin legði aftrat, at Kanada hevur brúk fyri USA - og ikki øvut.