Annar FM-finalisturin í Burn mansdeildini er funnin.
H71 vann eisini aðru FM-hálvfinaluna á VÍF, og teir eru longu klárir at verja sítt FM-heitið.
Hoyvíkingar vunnu sunnukvøldið 31-27 á VÍF í høllini í Vestmanna. Í steðginum var bert eitt mál á muni. 13-12 til H71 var hálvleiksstøðan. Tá 44 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 18-17. Eftir tað drógu hoyvíkingar frá, og okkurt skiftið vóru teir á odda við sjey málum.
Dánjal Ragnarsson var við seks málum toppskjútti hjá VÍF. Toppskjútti hjá H71 við níggju málum var Jákup Egholm.
Neyðugt verður við triðju FM-hálvfinaluni millum Kyndil og StÍF.
Kyndil vann í høllini á Hálsi 30-26 á StÍF, og tí stendur á jøvnum 1-1 í hálvfinaluuppgerðini. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12.
Tobias Thisen var við 11 málum toppskjútti hjá Kyndli. Pauli Rasmussen var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF.
Triðja og avgerandi hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi mikukvøldið klokkan 18.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá 2. hálvfinalunum:
##med2##
##med3##