Hákun móti Vilhelm - beinleiðis á TV3 Max

Seinnapartin hittast føroyingaliðini í Berlin

Seinnapartin klokkan 14 verður føroyingauppgerð í týsku bundesliguni. 

 

Í Max Schmelling høllini taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Vilhelmi Poulsen og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf.

 

Füchse Berlin er fremst í deildini við 42 stigum, men Hannover er bert trý stig aftanfyri Füchse Berlin.

 

Veddingarfyritøkurnar hava tó Füchse Berlin sum greiðan favoritt til at vinna dystin.

 

Til ber at síggja dystin á TV3 Max, ið eisini sæst hjá Televarpinum.