Tríggir dystir vóru í dag leiktir í Burn Mansdeildini.
Í høllini í Kollafirði vann oddaliðið, Kyndil 31-28 á KÍF. Kollfirðingar vóru annars á odda 16-12 í steðginum. Kyndil javnaði til 18-18 tá 40 minuttir vóru leiktir. Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Tá legði Kyndil seg á odda 25-23, og tað eydnaðist kyndilsmonnum at vera á odda restina av dystinum.
Nicklas Selvig er komin væl fyri seg, og var í dag toppskjútti hjá KÍF við 10 málum. Við seks málum var Tobias Thisen toppskjútti hjá Kyndli.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin ein tepran 29-28 sigur á VÍF. Vestmenningar vóru annars á odda 16-14 í steðginum. Tá fýra og ein hálvur minuttur vóru eftir at leika var VÍF á odda 27-25. Hóri Reginsson legði Neistan á odda 28-27, tá 44 sekund vóru eftir av dystinum. Fríði Holm í Innistovu javnaði til 28-28, tá klokkan vísti 59:48. Við bert trimum sekundum eftir á klokkuni skoraði Hóri Reginsson sigursmálið hjá Neistanum.
Lýðar í Dímun var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Við 10 málum var Sjúrður Olsen toppskjútti hjá VÍF.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 38-25 á Team Klaksvík. Heimaliðið var frammanfyri 19-13 í steðginum.
Toppskjútti hjá H71 var Jákup Egholm við átta málum. Toppskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Nikolay Bliznov, Jan Eli Ragnarsson og Jens Pauli Poulsen. Teir skutu fýra mál hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##