Seinnapartin vóru tríggir dystir leiktir í Burn mansdeildini.
Tann mest spennandi dysturin var leiktur í høllini á Hálsi í Havn, har tað eydnaðist KÍF at vinna 23-22 á Neistanum. Neistin var á odda 22-21 tá klokkan vísti 57 minuttir. Men seinastu tríggjar minuttirnar eydnaðist tað KÍF at skjóta tvey mál uttan, at Neistin megnaði at svara aftur. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.
Lýðar í Dímun var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Tóki Friðriksson og Mikkel Vinther vóru toppskjúttar hjá KÍF við seks málum hvør.
Í høllini á Skála vann Kyndil 30-28 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 17-11. Tá fýra og ein hálvur minuttur var eftir at leika minkaði StÍF um munin til 25-26. Men tá eydnaðist tað Kyndli at fáa eina leiðslu upp á 28-25, og teir hildu munin tað sum eftir var av dystinum.
Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum var Tobias Thisen.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 44-26 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 19-9.
Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Nikolay Bliznov og Jan Eli Ragnarsson vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá Team Klaksvík.
HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Havn, Skála og í Vestmanna:
##med2##
##med3##
##med4##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 7 | 236 | 188 | 48 | 12 |
Kyndil | 8 | 228 | 219 | 9 | 11 |
StÍF | 8 | 244 | 216 | 28 | 10 |
H71 | 7 | 197 | 195 | 2 | 7 |
KÍF | 8 | 196 | 204 | -8 | 7 |
Neistin | 8 | 197 | 200 | -3 | 7 |
Team Klaksvík | 8 | 198 | 274 | -76 | 0 |