Umsóknir um Umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið í umhvørvisvikuni. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.
Evnið á umhvørvisvikuni í ár er grønur lívsháttur. Tað kann verða alt frá at keypa stuttflutt, at keypa minni, at umvæla meira, at ganga og súkkla til arbeiðis og so framvegis. Endamálið við umhvørvisvikuni er at seta fokus á góðar, umhvørvisligar og burðardyggar vanar.
Grønur lívsháttur leggur seg uppat heimsmálunum nr. 3, 11 og 12 hjá ST fyri burðardyggari menning sum eru; góð heilsa og vælferð, burðardyggir býir og bygdir, ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.
Freistin at søkja um Umhvørvisstuðul er 31. mars 2025. Á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt hvørjar verkætlanir fáa stuðul.
Les meira um hvussu tú søkir um Umhvørvisstuðul her: Umhvørvisstuðul 2025