USA og Danmark eru saman í flotavenjing í Norðurnoregi

Meðan viðurskiftini við USA eru spent í sambandi við NATO og Grønland, er ein felagsvenjing í Norðurnoregi.

Í døgunum 8. og 9. apríl luttekur USA í venjingini Arctic Guardian 2025 saman við sjóverjuskipum úr Danmark, Noregi og Íslandi út fyri norðurnorska býnum Tromsø.

Tað upplýsti fakmiðilin Forsvarets Forum, sum norska verjan gevur út, í dag.

Finnland, Svøríki og Kanada luttaka eisini við smærri skipum. Millum arktisku londini er tað bara Russland, sum ikki luttekur.

Norski sjóverjan kallar luttøkuna eitt "týðandi signal um amerikanska nærveru og samstarv í Arktis".

- Amerikanska sjóverjan hevur áður luttikið í Arctic Shield, Operation Nanook og felags venjingum við Noreg, men luttøka í norskum sjógvi við skipum er lutfalsliga sjáldsom - og serliga higartil norðuri, skrivar Kjartan Sildnes, talsmaður fyri norsku sjóverjuna, í einum telduposti til Forsvarets Forum.

Endamálið er at venja samstarv í leiting og bjarging. Eisini skal oljuneyðtilbúgving og handfaring av geislavirknum vanlukkum útbúgvast.

Fráboðanin kemur í eini tíð, tá sambandið millum USA og Danmark er spent orsakað av støðuni kring Grønland.

Samstundis hevur USA, undir Donald Trump forseta, enn einaferð lagt trýst á limalondini í hernaðarsamgonguni NATO at hækka sínar verjujáttanir.

 

/Ritzau/NTB