Tað var her á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton í Riyad, at fundur í gjár var millum amerikansk og russisk embætisfólk um eina friðartilgongd í krígnum millum Russland og Ukraina

Eingin felags fráboðan um fundin í Saudi Arabia

Sambært Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, IFAX, eru Russland og USA ikki samd um eina felags fráboðan

Tað var her á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton í Riyad, at fundur í gjár var millum amerikansk og russisk embætisfólk um eina friðartilgongd í krígnum millum Russland og Ukraina

Í allan gjár vóru samráðingar millum amerikansk og russisk embætisfólk í høvuðsstaðnum í Saudi Arabia, Riyad. Samráðingarnar vóru á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton.

 

Á skránni var ein møgulig vápnahvíld í Ukraina - í fyrstu syfti ein avmarkað vápnahvíld, sum vónandi kann fara at enda við einari friðaravtalu.

 

Sambært AFP, sum endurgav almennu russisku tíðindastovuna Tass, fóru partarnir hvør til sítt eftir 12 tímar langan fund.

 

Hvat spurdist burturúr, visti eingin í gjár, tí fjølmiðlar vórðu koyrdir á dyr, meðan samráðingarnar vóru, men londini søgdu seg fara at koma við einari felags fráboðan í dag, týsdagin.

 

Men, nú bendir alt á, at her kemur eingin felags útsøgn, tí sambært Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, IFAX, eru Russland og USA ikki samd um eina felags fráboðan.

 

 

 

Tað var her á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton í Riyad, at fundur í gjár var millum amerikansk og russisk embætisfólk um eina friðartilgongd í krígnum millum Russland og Ukraina