Bussførarar til Hiddenfjord

Bussførarar til Hiddenfjord

 

 

 

Hiddenfjord søkir eftir bussførarum at koyra okkara el-bussar, sum skulu flyta starvsfólk til og frá arbeiði í Vágum. Talan er um tvey størv.

 

 

 

Uppgávurnar umfata:

 

  • at koyra starvsfólk til og frá arbeiði (skiftandi arbeiðstíðir)
  • at halda og røkja bussin (reingerð, o.a.)

 

 

 

Vit vænta, at tú:

 

  • ert álítandi
  • ert stundislig(ur)
  • ert fleksibul
  • tekur ábyrgd

 

 

 

Tú mást hava busskoyrikort (bólkur D).

 

 

 

Koyrt verður væntandi 3-4 tímar um dagin. Um ynski er um fleiri arbeiðstímar, er eisini møguligt at fáa fleiri arbeiðsuppgávur.

 

 

 

 

 

Størvini verða sett skjótast til ber.

 

Løn og setanarviðurskifti verða avtalað partanna millum.

 

 

 

Um tú vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Heiðu Nolsøe á telefon +298 288252 ella heida.nolsoe@hiddenfjord.com.

 

 

 

Umsóknir skulu sendast til heida.nolsoe(at)hiddenfjord.com í seinasta lagi 14.02.2025

 

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð og aling á sjónum, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at virkaí samljóði við náttúruna.