Kinesisku BYD koma nú á føroyska marknaðin við fleiri elbilum. Ein av hesum er BYD Tang, sum er enn ein av nýggju spennandi elbilunum á marknaðinum.
Sambært hagtølum er BYD heimsins størsti framleiðari av elbilum. BYD stendur fyri "Build Your Dreams".
BYD Tang er ein elegantur SUV við sjey sitiplássum. Hann hevur 517 hk og er sera kvikur, koyrir úr 0-100 km/t eftir 4,6 sekundum og 400 km við eini løðing.
Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar.
Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.
##med2##
Sum standard hevur BYD Tang 22” hjól og brembo-bremsukalibur, sum vit kenna tað frá Formel 1-bilum. Hetta sigur nakað um trygdina í bilinum.
Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni, sum er rúmlig við góðum plássi við øll sitiplássini. Við aftastu setrunum niðri er viðførisrúmið heilar 940 litrar.
Instrumentborðið er smart og lætt at avlesa og virkar væl, eisini 12,8” skíggin í miðjuni er lættur at avlesa hjá bilføraranum.
BYD Tang er ein sera væl útgjørdur 4x4 og hevur so at siga alt sum standard, sum eitt nú panorama sóltak, adaptivan fartpilot, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og trygdarútgerð sum t.d. automatiska neyðbremsu og blindvinkulávaring.
BYD seldi 1.100.000 elbilar í 2022.
##med3##
Standarútgerðin er sera umfatandi við eitt nú fartpiloti, vognbana-assistenti, neyðbremsu, bakkikamera og øllum innbygdum trygdarskipanum.
BYD Tang hevur 5-ára garanti og 8 ára garanti upp á battaríið. Bilurin kostar kr. 560.000 eftir mvg-afturbering.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel.
##med4##
##med5##